Ítróttur

EM-flogbóltur: Luksemborg vann 3-1 á Skotlandi

...

2018-03-23 23:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Luksemborg ??? Skotland 3 - 1 (25-22, 21-25, 25-16, 25-23)

Tað gjørdist Luksemborg sum vann 3-1 á Skotlandi. Seinasta settið gjørdist sera spennandi, har Skotland var á odda móti endanum, men Luksemborg megnaði at vinna seg inn aftur á Skotland og framum og vunnu seinasta settið 25-23.

Støðan er sostatt at Føroyar og Luxemborg hava vunnið hvør sín dyst, og liggja harvið á odda við 3 stigum, meðan Ísland og Skotland enn hava ein sigur tilgóða.

Kappingin heldur fram leygardagin, og tá møtast Luksemborg og Ísland klokkan 14,00.

Tann dysturin sum hevur stórst áhuga í Føroyum byrjar klokkan 17,00, og verður hesin millum Føroyar og Skotland í Høllini á Halsi.

Dysturin verður eisini stroymdur áhttps://www.youtube.com/watch?v=KtJ0Nu_TomM

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder