Ítróttur

EM-flogbóltur: Klokkan 9,00 ímóti Liktenstein

...

2018-05-01 06:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Longu klokkan 09,00 í morgun skulu føroysku flogbóltsgentunar spæla ímóti heimaliðnum Liktenstein í EM-kappingini, sum endar í dag.

Liktinstein hevur higartil spælt tveir dystir, harav tær taptu 3-1 ímóti Skotlandi, men vunnu 3-0 ímóti Wales í gjárskvøldið.

Føroyska liðið hevur eisini spælt tveir dystir. Vit vunnu á Skotlandi 3-1, men taptu í gjár ein javnan dyst ímóti Luksemborg 3-1.

Kravið til føroyska liðið er tí ein sigur í mogrgun, um liðið framvegis skal gera sær vónir at vinna 2. plássið í kappingini.

Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum og hoyrist umvegis internetið áwww.midlar.fo, ella gjøgnum útvarpslurtið,

Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna hjá Flogbóltsamband Føroya ???www.fbf.fo, har dysturin eisini verður stroymaður.

Men hetta verður ikki einasti dysturin hjá Føroyum í dag, tí longu klokkan 15,00 skal liðið aftur í eldin.

Tá er Wales á skránni.

Á føroyska liðnum eru:

??r Fleyr:
Hanna Iansdóttir Biskopstø
Barbara Durhuus
Hilda Bolstad Mortensen
Sára Rannváardóttir Vatnhamar

??r Drátti:
Petra Sunadóttir Hansen

??r TB:
Sára Maria Johansen

??r KÍF:
Elsa Samuelsen
Jakobina Joensen

??r SÍ:
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Turið Búadóttir
Inga Helena Henriksen
Eva Gunn Niclasen

Føroysku venjararnir eru: Romica ??ster og Jákup Villiam Sivertsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder