Ítróttur

EM-flogbóltur: Føroyar spælir ímóti Luksemborg í høllini á Hálsi kl. 17:00

...

2018-03-25 14:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

EM-flogbóltur, Føroyar spælir ímóti Luksemborg í høllini á Hálsi, kl. 17:00 í dag - ókeypis atgongd

Dagurin í dag verður avgerðandi fyri føroyska U 20 landsliðið.
Ein 3-1 ella 3-0 sigur á Luksemborg gevur 1. plássið, og tí hevur Flogbóltssamband Føroya avgjørt at tað í dag verður ókeypis atgongd til dystirnar.
Klokkan 14,00 spældi Ísland og Skotland. Ísland vann, og tískil hevur Føroyar í øllum føri tryggja sær 2. plássið, og nú verður seinasti dysturin avgerandi, fyri hvør ið vinnur fyrsta plássið.
Føroyar og Luksemborg spæla klokkan 17,00 og dysturin kann síggjast her:https://www.youtube.com/watch?v=TlwvOuBUTLA
Komi í høllina á Hálsi og heppi á ungu føroysku spælarnar.

Vegna Flogbóltssamband Føroya,


Christian Nagata

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder