Ítróttur

EM-Flogbóltur: Føroyar ovasat í bólkinum

...

2018-03-24 11:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

ftir dystirnar í gjár hevur Føroyar lagt seg á odda í kappingini hjá U 20 dreingjunum í Havn eftir at dreingirnir vunnu 3-1 á Íslandi í gjár. Føroyar hava 3 stig og tað sama hevur Luksemborg, men føroyska liðið hevur betri málmun.

 

 

Men í dag er aftur ein nýggjur dagur ??? og mótstøðan er í dag Skotland, sum í gjár tapti 3-1 í móti Luksemborg ??? men settini vóru jøvn.

 

Styrkin hjá Skotlandi er álop gjøgnum miðjuna á vøllinum, og tað er har teir vinna flestu stigini. Tann eini leikarin er 204 cm, so tað er hesin persónurin sum Føroyar skulu stoppa.

 

Føroyar spæla ímóti Skotlandi klokkan 17,00 í dag.

 

Dysturin verður eisini stroymdur her:

https://www.youtube.com/watch?v=KtJ0Nu_TomM

 

Klokkan 14,00 í dag spæla Luksemborg og Ísland. Eisini hesin dysturin kann síggjast á stroymingini:

https://www.youtube.com/watch?v=n5DsVKNJBFg

 

Annars kann vísast til hesa síðuna á CEV heimasíðun viðvíkjandi støðum og statistikki v.m.:

http://www.cev.lu/Competition-Area/competition.aspx?ID=1061&PID=1592

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder