Ítróttur

EM-flogbóltur: Flúgvari lendi ikki-dystarskrá broytt

...

2018-03-22 16:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vegna vánalig floglíkindi lendi SAS ikki í dag, og tí hevur verður neyðugt at broyta dystarskránna í morgin, fríggjadagin, tí Luxembourg var við hesum flúgvaranum. Flýgvarin verður vantandi ikki í Føroyum fyrr enn klokkan 16,45 í morgin, leygardagin.

Føroyar og Ísland eru ásett at spæla klokkan 19,00, og hetta verður ikki broytt, men dysturin millum Skotland og Luxembourg, sum skuldi vera klokkan 16,00, verður ístaðin leiktur klokkan 21,00, ella beint eftir dystin millum Føroyar og Ísland.

Føroyska liðið hevur sína seinastu venjing klokkan 15,00 í dag fram til 16,30, og síðani verður farið á Hotel Føroyar at fyrireika seg til dystin í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder