Ítróttur

EM-flogbóltur: Dávið Hentze millum teir bestu

...

2018-03-27 08:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

EM-flogbóltur: Dávið Hentze millum teir bestu

Eftir endahátíðina sunnudagin í Høllini á Hálsi, var avdúkað hvørjir leikarar vóru valdir til teir bestu á teimum ymisku leikaraplássunum.

Tað vóru venjararnir hjá liðunum, sum valdu hesar leikararnar, og millum teir bestu var føroyski leikarin Dávið Hentze.

Hann var valdur sum besti áleypari , og hetta varð ein sera stórur heiður.

Harumframt varð hann valdur sum besti ???local player???. So samanumtikið ein sera góð kapping hjá Dávið.

Teir sum vóru valdir vóru hesir:

Besti hevari:Simao Novais, Luxembourg
Best diagonalur:Eric Weber, Luxembourg
Besti miðbolkkur:Atli Fannar Petursson, Island
Besti áleypari:Dávið Hentze, Faroe Islands
Besti libero:Samuel Novais, Luxembourg
Besti føroyski leikari:Dávið Hentze, Faroe Islands
Mest virðismikli leikarin:Samuel Novais, Luxembourg

Eisini dómararnir vóru heiðraðir eftir kappingina fyri gott arbeiði og fingu handað føroyskt páskaregg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder