Ítróttur

EM undankapping hjá kvinnum

...

2019-02-21 17:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping hjá kvinnum hevur verið. Føroyar komu í bólk C saman við Noregi, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi

Á middegi hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping hjá kvinnum, sum byrjar seinni í ár.

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk C saman við Noregi, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi.

Aftaná lutakastið bleiv leikskráin fyri komandi kapping løgd. Føroyska liðið skal spæla tríggjar dystir í ár, tveir á heimavølli og ein á útivølli, og síðani hinar fimm dystirnar í komandi ári.

30. august 2019

Føroyar ??? Wales

3. september 2019

Hvítarussland ??? Føroyar

8. oktober 2019

Føroyar ??? Noreg

10. apríl 2020

Wales ??? Føroyar

5. juni 2020

Noreg ??? Føroyar

9. juni 2020

Norðurírland ??? Føroyar

18. september 2020

Føroyar ??? Norðurírland

22. september

Føroyar - Hvítarussland

Kelda: FSF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder