Ítróttur

EM í badminton fyri lið og einstaklingar er í hesum døgum í Prag

...

2017-11-25 16:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar eru við í báðum kappingum.

Í liðkappingini møttu Føroyar - Russlandi, Grikkalandi og Rumenia. Hóast Føroyar ikki vunnu nakran liðdyst, so hevur hetta verið sera læruríkt fyri leikararnar, og hava tey fingið týdningarmiklar royndir í, hvussu altjóða dystir verða spældir á hægsta stigi.

??rslitini av liðdystunum vóru: 0-5, 0-5, 1-4.

"Sjálvt um tað sær út sum um, at føroysku badmintonleikararnir taptu stórt, so vóru fleiri dystir sera tættir, sum líka so væl kundu verið vunnir. Tó vann liðið ein dyst í móti Rumenia, og var tað í einmansleiki hjá monnum", sigur formaðurin í Badmintonsambandi Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen.


Í dag byrjar so EM fyri einstaklingar. Kappast verður í einmansleiki hjá kvinnum og monnum, tvímansleiki hjá kvinnum og monnum og blandaðum tvímansleiki.

Í einmansleik spæla Árant á Mýrini, Jónas Djurhuus, Alma K. M. Pedersen og Lena Maria Joensen.

Tvímansleik spæla Árant á Mýrini/Ari M. Jacobsen og Alma K. M. Pedersen/Sissal Thomsen.

Blandaðan tvímansleik spæla Lena Maria Joensen/Ari M. Jacobsen og Sissal Thomsen/Jónas Djurhuus.

Føroysku leikararnir spæla innleiðandi dystirnar í dag og í morgin. So spennandi verður, um okkara leikarar megna at spæla seg víðari frá innleiðandi umfarinum.
Ferðalagið verður aftur í Føroyum týskvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder