Kappingin byrjar i dag og er til sunnudagin, tá finalan verður. Tilsamans eru 109 seyðaghundar úr øllum Europa fara at kappast um at gerast besti seyðahundur í 2019. Kappingin verður í norður Týsklandi, nakað uttanfyri býin Wittbek.
4 hundar umboða Føroyar. Linn og Glenn hjá Tummas Jacobsen, Midge við Onnu Sofiu Fjallheim og Køp hjá Páll Poulsen.
Umleið kl 9 í dag skula Køp og Páll kappast, og seinni út á dagin skula Linn og Tummas inn á banan. Fríggjadagin, nakað áðrenn middag, skula Midge og Anna Sofía inn á banan. Seint leygardagin skulu Glen og Tummas inn.
Í fjør vann Føroyar, sum lið, silvurs heiðursmerkir, so tað verður spennandin hvussu tað gongst í ár.
Spennandi verður um Føroyar sum lið aftur i ár kunna vinna 2 plássið, eins og i fjør tá vit vunnu silvur.
Spennandi verður eisini at fylgja tveimum føroyskum hundum, sum hava kvalifisera seg á danska landsliðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald