FSF: Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í FSF. Evnið í sendingini er ??rvalstilboðið hjá FSF. Freistin at melda til ??rvalstilboðið, er fríggjadagin 15. mars.
Vit vilja gjarna skapa karmarnar, so okkara spælarar kunnu gerast betri, og vónandi røkka sínum máli. Hetta er fyrstu fer, at vit bjóða hetta tilboð, so vit eru øgiliga spent upp á, hvussu nógv fara at melda til, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya millum annað í samrøðuni við FSF Varpið.
Komandi fríggjadag er seinast freist at melda seg til FSF ??rvalstilboðið, ið er eitt samstarv millum Fótbóltssamband Føroya og miðnámsskúlarnar í Føroyum.
Í FSF Varpinum hesaferð hoyra vit Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í FSF, greiða frá praktisku viðurskiftunum rundanum FSF ??rvalstilboðið. Eisini verður tosað við Virgar Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, ið fortelur um tilgongdini í samband við FSF ??rvalstilboðið.
Tilmeldingin til FSF ??rvalstilboðið fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald