Henrik Old
landsstýrismaður
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 15/2017 eftir tingskipanini § 52a frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, um Arbeiðsloysisskipanina
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu ber tað til, at lønarútreiðslurnar hjá Arbeiðsloysisskipanini (ALS) eru so høgar, tá arbeiðsloysið er lækkandi?
2. Hevur landsstýrismaðurin saman við ALS-stýrinum ætlanir um at lækka inngjaldið til ALS?
3. Metir landsstýrismaðurin, tað vera rætt, at lønarútreiðslurnar hjá ALS ikki laga seg eftir lækkandi arbeiðsloysinum?
Svar:
Til spurning 1
Hóast tað ikki er ein beinleiðis samanhangur millum tað til eina og hvørja tíð verandi arbeiðsloysið, so hevur hópurin av starvsfólki á ALS verið lagaður til tørvin og lækkandi arbeiðsloysið. Í 2016 varð sostatt fjórða hvørt ársverk skorið burtur í mun til 2015, og sannlíkt verður talið av ársverkum í 2017 aftur lægri enn undanfarna ár.
Virksemið og lønarútreiðslurnar hjá Arbeiðsloysisskipanini eru ikki neyvt knýtt at tí til eina og hvørja tíð verandi arbeiðsloysinum, og tí fylgja lønarútreiðslurnar ikki neyvt gongdini í arbeiðsloysinum. Hetta hevur fleiri orsøkir.
Ein orsøk er, at hóast arbeiðsloysið er støðugt minkað síðstu seks - sjey árini, so eru tað framvegis nógv fólk, sum gerast arbeiðsleys og verða partur av Arbeiðsloysisskipanini. Tað er ein áhaldandi meldur av fólki, sum koma inn í skipanina, og sum fara úr henni aftur. Í 2016 vóru tað soleiðis sløk 1.400 fólk, sum gjørdust arbeiðsleys og komu í ALS, meðan talið higartil í 2017 er á leið 900. Tað vil siga, at hóast arbeiðsloysið er lágt, so er hóast tað ein ávísur dynamikkur á arbeiðsmarknaðinum ??? ein dynamikkur, sum hevur við sær arbeiðsuppgávur til starvsfólkini hjá ALS.
Tá arbeiðsloysið minkar, og tørvurin á arbeiðsorku at málsviðgera og avgreiða umsóknir um arbeiðsloysisstuðul minkar, so verður arbeiðsorkan á ALS nýtt til aðrar uppgávur í staðin. Dømi um tað er, at eftirlitið hjá ALS er broytt og styrkt, har málsviðgerarnir nú eru partur av eftirlitsarbeiðinum.
Ein onnur orsøk til talið av ársverkum hjá ALS er, at tað er staðfest við lóg, at Arbeiðsloysisskipanin skal skipa fyri arbeiðsmarknaðarátøkum til tey, sum einki arbeiði hava. Hetta, at tað við lóg er álagt ALS at skipa fyri hesum arbeiðsmarknaðarátøkum, er lutfalsliga nýtt, og tí ber ikki til at samanbera talið av starvsfólkum og lønarútreiðslurnar hjá ALS í eitt nú 2016 við tað, tær vóru fyri t.d. 10 árum síðani. Arbeiðsuppgávurnar og virksemið er so ymiskt og øðrvísið, at tað ikki ber til at samanbera talið av ársverkum ella samlaðu lønarútreiðslurnar.
Hinvegin ber til at samanbera talið av starvsfólkum, sum í dag fáast við tær somu uppgávurnar, sum eisini vóru fyri 8-10 árum síðani, og sum eru mest knýttar at arbeiðsloysinum. Tann samanberingin vísir, at talið av starvsfólkum, sum fáast við hesar uppgávur, er lækkað við nærum einum helmingi eftir bert fáum árum.
Av øðrum orsøkum til, at talið av ársverkum ikki minkar javnt við arbeiðsloysinum, kann nevnast, at ALS hevur fólk í starvi, sum áhaldandi menna nýggja kt-umhvørvið og nýggju fakskipanina hjá ALS.
Til spurning 2
Í eginpeningsuppritinum, sum leiðslan í ALS gjørdi í 2007, var mett, at ein hóskandi eginogn hjá ALS er 800 mio kr. við teirri fortreyt, at ALS-gjaldið er 1%. Hóast ALS-gjaldið er hækkað, so eru útgjøldini eisini hækkaði so mikið, at tað talar fyri, at eginognin í 2017 minst eigur at vera 800 mio. kr. Árini 2010-2013 gekk skjótt aftur eftir hæli, og samlaða hallið í eginognini var oman fyri 407 mio. kr., og eginognin minkaði úr sløkum 714 mio. kr. við árslok í 2009 niður í slakar 307 mio. kr. við árslok í 2013.
Í 2015 varð skipanin soleiðis lagað til, at tá ið arbeiðsloysið er lægri enn 4,25-4,50%, skal Arbeiðsloysisskipanin hava avlop og verða styrkt fíggjarliga, meðan skipanin hevur hall, tá ið arbeiðsloysið er oman fyri 4,5%. Hesi mørkini eru sett við atliti at søguliga arbeiðsloysinum, síðani skipanin varð sett á stovn. Við hesum ásetingum verður mett, at fíggjarliga langtíðarhaldførið hjá Arbeiðsloysisskipanini er tryggjað.
Í 2014 fór aftur at ganga rætta vegin, og hevur Arbeiðsloyisskipanin síðani havt avlop ??? samanlagt stívliga 148 mió. krónur. Í 2016 var eginognin 455.360.689 kr. Avlopið fyri 2017 verður væntandi einar 110 mió. krónur.
Verður inngjaldið til ALS lækkað nú, ið tíðirnar eru góðar, hevði verið neyðugt at hækkað tað aftur, tá ið tíðirnar aftur versna, og arbeiðsloysið veksur. Harvið varð steinur lagdur oman á byrðu í verri tíðum. Við einum føstum inngjaldið til ALS, kann ALS harafturat virka sum ein sjálvvirkandi útjavnari í búskapinum, t.v.s., at ALS við inn- og útgjøldum í ávísan mun virkar fyri støðugari privatari keypiorku í samfelagnum, og harvið eisini útjavnan av búskapinum.
Tað er neyðugt, at skipanin verður styrkt í góðum tíðum, soleiðis at skipanin kann standa ímóti, tá ið arbeiðsloysið aftur hækkar ??? og tað kann henda knappliga.
Landsstýrismaðurin hevur saman við ALS-stýrinum tískil ongar ætlanir í løtuni at lækka inngjaldið til ALS.
Til spurning 3
ALS skerdi talið av ársverkum við á leið einum fjórðingi í 2016, og harvið eru lønarútreiðslurnar hjá ALS í ávísan mun lagaðar til lækkandi arbeiðsloysið, men tað er sum nevnt í svarinum til fyrsta spurningin ikki ein neyvur samanhangur millum lækkandi arbeiðsloysi og virksemið, arbeiðsbyrðurnar og lønarútreiðslurnar hjá ALS. Landsstýrismaðurin heldur, at tað er skilagott, at lønarútreiðslurnar hjá ALS, í tann mun tað ber til, verða tillagaðar, tá ið arbeiðsloysið er lágt, og at ikki nýggj starvsfólk verða sett, tá ið arbeiðsloysið er lágt.
Landsstýrismaðurin heldur, at mann eigur at umhugsa at tillaga lógarásettu skylduna hjá ALS at skipa fyri arbeiðsmarknaðarátøkum til støddina á arbeiðsloysinum.
Tinganes, 29. september 2017
Henrik Old
landsstýrismaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald