Ítróttur

Eli væntar at B36 vinnur dystin

...

2018-09-16 12:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

25-ára gamli vágamaðurin Eli Falkvard Nielsen er ein av mótstøðumonnunum hjá 07 Vestur í dag. Eli er uppvaksin í Sandavági og hevur spælt við SÍF, FS Vágar 2004, 07 Vestur, HB og spælir nú við B36.

Sigast má at Eli Falkvard Nielsen hevur nógvar royndir á vøllinum. Higartil í ár hevur Eli leikt 25 dystir fyri besta liði hjá B36, dystirnar hevur hann leikt í landskappingini, í kappingini um løgmanssteypið og Europa Leauge.

Vit hava spurt Eli hvat hann væntar sær av dystinum.

Eg rokni við at tað verður ein javnur dystur. Vit hava haft tað trupult móti teimum liðunum, sum ikki eru í millum fimm tey ovastu í ár, men vit koma at hava bóltin meira enn hvat 07 Vestur fer at hava hann, og tað ger at við standa sum vinnarar eftir dystin.

Eli sum hevur spælt 110 dystir fyri 07 Vestur sigur, og sigur Eli at tað er bara stuttligt fyri hann at sleppa at spæla í Sørvági. Hann kennir spælarnar ið hann spælir ímóti, og nógv av teimum ið hyggja, og so er hann eisini uppvaksin í felagnum.

Sum sagt so hevur Eli spælt nógvar dystir fyri 07 Vestur, og tí spurdi vit hann um vit kunnu vænta at síggja hann aftur í svørtum. Hann sigur at man aldrin skal siga aldrin.

Dysturin byrjar klokkan 15.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder