Vinna

Eivind av 3. túri undan Íslandi

...

2014-09-21 03:23 Author image
placeholder

 Línuskipið Eivind kom í dag aftur av 3. túri undan Íslandi. Eivind kom á Hvalvík seinnapartin í dag, teir hava 140 tons av frystum, størsti parturin er longa. Eivind hevur nú fiskað kvotuna og somuleiðis tað, sum Havbúgvin eigur við Ísland - tilsamans uml. 700 tons. Eivind hevur gjørt tveir túrar á 230 tons hvør og so hendan túrin.

Manningin telur 13 mans, skipari er Jan Vang á Norðskála.

Tá ið Eivind fer nýggjan túr, tá verður farið í føroyskan sjógv at fiska.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder