Mentan

Eitt lívsljós er sløknað

...

2020-05-06 13:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Minningarorð um Agnar Nielsen, fyrrverandi tingmann fyri Sambandsflokkin, løgtingsformann og familjumann


Agnar Nielsen, abbabeiggi, andaðist sunnudagin 3/5 91 ára gamal. Tá eg fekk boðini, rann tað mær til hugs, at nógv er at minnast hann fyri. Agnar var sambandsmaður av heilum hjarta. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting fyri Sambandsflokkin í 1970 og sat í samfull 20 ár, til í 1990. Umframt at vera løgtingsmaður varð hann í tveimum umførum valdur til løgtingsformann, fyrstu ferð í 1978-1979 og aðru ferð í 1989-1990.

Trúfastur og læruríkur

Agnar var trúfastur í øllum hann tókst við - eitt orð er eitt orð. Hann fór altíð hugagóður til verka og hansara partur lá ongantíð eftir. Hann var bindiliðið tá mest stóð á, og hann var altíð fúsur at finna loysnir.

Eitt, sum eg serliga komi at minnast hann fyri er hansara hjálpsemi og hansara vælvild at læra frá sær. Hann var trúgvur í tænastu, var deknur í Vestmanna Kirkju í meir enn hálva øld, fastur náttarvaktur øll árini á Vestmanna-leguní í Nesvík, eisini fyri einum ári síðan, hóast hann var blivin 90 ára gamal.


Agnar var ein av teimum, ið legði lunnar undir mína politisku leið, tá hann í 1998 vildi hava meg at stilla upp til løgtingið. Tá eg, í mínum ungu politisku døgum, spurdi hann um ráð, svaraði hann mær altíð sera einfalt aftur. Hann segði við meg, at týdningarmest av øllum var, at eg altíð skuldi standa inni fyri tí, eg gjørdi, at tað altíð er mín avgerð og samstundis mín ábyrgd. Hesi ráðini havi eg fylgt og eri sera takksamur fyri.


Lívsgleði til tað síðsta

Hann var okkum øllum ein hollur stuðul. Hann var altíð fúsur at taka tøk fyri landið, bygdina, kirkjuna og ikki minst fyri familju sína. Agnar var sera familjukærur, barngóður og vísti áhuga og hjálpsemi sum fáur.

Lívsgleði eyðkendi Agnar. Eitt, sum fylti nógv í lívi hansara var veiðihugurin. Tað var sonn lívsgleði fyri hann at vera á floti. Hóast høgan aldur, dámdi honum væl at taka tung tøk á sjónum, og tað eru ikki fáir hemarar hann hevur veitt.

Fyri tveimum mánaðum síðani, tá sjúkan veruliga var um at taka hann heim segði hann við meg:

???Nógvar lógir hava vit báðir gjørt og broytt, men eina lóg kunnu vit onki gera við, tað er lívslógin???. Nú hevur Agnar rógvið seinasta fjørðin. Eftir situr familjan í sorg, men við nógvum góðum minnum um Agnar. Tað er í minnunum, at vit finna troystina.

Góðu tit øll - børn, abbabørn, langabbabørn, oldurabbabørn og verbørn. Tit hava mist eitt stavnhald, men minnini eiga tit kær og troystarrík.

Vit í Sambandsflokkinum drýpa høvur og minnast við takksemi Agnar Nielsen og tað arbeiðið hann hevur gjørt fyri flokk okkara og ikki minst fyri Vestmanna og Føroya land.

Við hesum orðum lýsi eg frið yvir minnið um abbabeiggja, Agnar Nielsen.

Bárður á Steig Nielsen

løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder