Ítróttur

Eingin landsdystur - átta persónar í kekkiska ferðalagnum smittaðir

...

2021-01-06 10:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hóast dysturin ikki alment er avlýstur av EHF enn, kann HSF staðfesta, at eingin landsdystur verður í Høllini á Hálsi í kvøld.

Koronasmitta var staðfest í kekkiska hópinum í gjárkvøldi, og ferðalagið fer av landinum seinnapartin í dag.

Strongu mannagongdirnar eru fylgdar síðani kekkar komu til landið við egnum flogfarið seint seinnapartin í gjár. Tað merkir at ferðalagið hevur hildið seg fyri seg sjálvt bæði á flogvøllinum, í bussinum og á hotellinum. HSF er í tøttum samskifti við heilsumyndugleikarnar og EHF.

Meira kunning seinni í dag, skrivar HSF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder