Nú ber til at uppliva tað sera dugnaligu Ane Dahl Torp spæla hjúnarskilnaðarsorgarleikin hjá Amandu Kernell. Filmurin snýr seg um Alice, sum hevur ikki sæð børnini í fleiri mánaðir, aftaná ein sera ógvusligan og beiskan hjúnarskilna. Tey hava bíðað eftir avgerandi dóminum um foreldramyndugleika og tí hevur Alice ikki havt møguleika at hitta???børnini. Táiðsonurin eina náttina ,við grátandi rødd, ringir til Alice tekur óttin yvir vit og skil. Alice fer við náttartokinum til lítlu bygdina Norrland, har børnini búgva hjá pápanum. Hetta er hennara seinastu roynd, at endurvinna kærleikan og álitið hjá børnunum. Hon tekur tey við sær á eina ólógliga charterferð til Kanarisku oyggjarnar. Men tað gongur tó ikki long tíð, áðrenn hon verður eftirlýst og ákærd fyri barnarán
Filmurin Charter var valdur til besta svenska film á 93 Academy Awards 2020
Filmurin varð tilnevndur Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins í 2020 og er eisini valdur at umboða Svøríki innan besta altjóða film á Oscarveitsluni 2021
Málið er svenskt við donskum undirtekstum.
Vegna koronatilmælið er avmarkað atgongd til filmin.
Filmurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum, hóskvøldið 4. februar kl. 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald