Egga Jensen fekk í dag heiðurskrossin frá ÍSF. Hetta fór fram á samkomu í sambandi við 40 ára føðingardagin hjá Parasport Føroyum, har Egga hevur verið ein dyggur stuðul øll árini
Parasport Føroyar var stovnað fyri 40 árum síðani ??? 10. apríl 1980 ??? undir navninum ÍSB. Eitt lítið føðingardagshald fyri innbodnum var hildið í dag, og í hesum sambandi valdi ÍSF at heiðra eina eldsál, ið hevur verið við øll árini, og sum á so mangan hátt hevur virkað føroyskum ítrótti at frama.
Talan er um Egga Jensen, ið var við til at stovna ÍSB, og sum er formaður í Parasport Føroyum. ÍSF-forsetin handaði honum heiðurskrossin, sum er hægsta viðurkenning, ÍSF letur eldsálum, ið virka ítróttinum at frama.
??? Tú hevur øll árini verið ein ímynd av parasportinum. Tú hevur gingið á odda fyri at geva ítróttagreinum innan parasportin góð kor í Føroyum. Tú hevur gjørt parasportin í Føroyum kendan um allan heim. Trúliga hevur tú fylgt ítróttafólkunum á uttanlandsferðum, og mær vitandi, hava tú og parasporturin knýtt nógv virðismikil sambond kring allan knøttin, segði Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti m.a., tá ið hon handaði Egga Jensen heiðurskrossin.
Hóast Egga er 76 ár, so íðkar hann framvegis sjálvur ítrótt, og so seint sum í heyst vann hann FM í tennis í tvímansleiki fyri seniorar saman við liðfelaganum Charles Midjord.
??? Ítróttaheimurin hevur altíð verið tín heimur, segði Elin Heðinsdóttir Joensen og vísti á umfatandi virksemið hjá Egga Jensen í føroyska ítróttaheiminum.
Egga virkar fyri ítrótti og heilsu
Hann hevur spælt fótbólt, hondbólt, flogbólt, borðtennis og gjørt fimleik, har hann hevur vunnið FM-heiti. Egga Jensen hevur eisini verið fótbóltsdómari og dómaraeygleiðari, og hann hevur verið uppi í nevndarabeiði. Í dagliga arbeiðinum á Læraraskúlanum hevur hann undirvíst nógvum av teimum ítróttalærarum, sum starvast í fólkaskúlanum.
Hann hevði morgunfimleikin saman við Elnu í útvarpinum í nógv ár. Ein stutt sending, sum gav føroyingum møguleikan at røra seg heima við hús hvønn morgun.
??? Fólkaheilsan er stóra avbjóðingin í dagsins samfelag. Tú vart við til at byrja hjartarenningina, og tú hevur undirvíst í fyrstuhjálp. So vit tosa her bæði um ítrótt og heilsu, sum tú hevur virkað til frama fyri, og sum eru tvær síður av somu søk, staðfesti ÍSF-forsetin í røðu sínari, tá hon handaði Egga Jensen heiðurskrossin.
Egga Jensen er tann sætti í røðini, sum fær hesa hægstu viðurkenningina frá ÍSF. Hann tók ??? saman við Jón Steig og Eyðdis Eidesgaard ??? stig til at stovna ÍSB, og tey trý sótu í fyrstu nevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald