Ítróttur

- Eg vænti at vit kunnu flyta tingini nokkso langt tann rætta vegin

...

2018-04-13 17:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í februar setti 07 Vestur Svenn Olsen iðfulltíðartstarv afturat Jens Erik Rasmussen.Svenn er ein maður við nógvum royndum,og hevur hann verið venjari fyrst í GÍ ogsíðani Víkingi. Nú skal hann fyrstu ferroyna seg í einum felagi, ið er uttanfyriVíkinga umráðið. 

Hvat gjørdi, at tú valdi at søkja starvið hjá07 Vestur? 

- Eg helt tað verða ein spennandi ogavbjóðandi uppgáva, og tað var tað sumgjørdi at eg valdi at søkja starvið. Eg sá einmøguleika í felagnum. 

Hvat hevur tú gjørt, áðrenn tú komst til07 Vestur? 

- Eg havi verið ungdómsvenjari í 18 ár,afturat tí havi eg eisini verið rundan umvaksamannafótbólt. Bæði sum 2. lið venjarihjá Víkingi og hjálparvenjari í táverandiEFFO-deildini. Eg havi vant 1. deild kvinnurog havi eg eisini royndir sum ungdómslandsliðsvenjari. 

Hvussu er at koma til eitt nýtt felag? 

- Tað er nokkso avbjóðandi, tað eru nýggirkulturar og nýggj fólk. Tað verða aðrir mátarat hugsa uppá, og tá ið felagið hevur settmeg í starv so má tað verða tí at felagið vilhava nakað av mínum hugsanum inn.So tað er nakað við at man skal skrúðauppá nakrar knoppar, og summi fólk skulubroyta hugsjónir og hugburð til nøkur ting.Nøkur ting skal man eisini venja seg við atvarvarda, ið er fest í nærumhvørvinum.Tað er avbjóðandi á tí persónliga planinumvið tað at tú arbeiðir nógv við hugburðum. So er tað sjálvandi eisini innihaldi í venjingunum,tað er kent fyri meg. 

Nýggj fólk síggja ofta hvat eitt felag hevurgjørt rætt og skeift, hvat heldur tú felagiðhevur gjørt rætt?

 - Felagið hevur gjørt nógv ting røtt, men eghaldi tað er skeift at býta tað upp í skeift ogrætt. Felagið hevur gjørt nógv ting rætt, sumat byggja á nærumhvørvi, og er aktivt ínærumhvørvinum. Felagið hevur tey røttuvirðini at byggja á við at menna børninisosialt og fótbóltmessina.Tað sum eg haldi kann gerast eitt sindurøðrvísi er hvat fokus man skal hava í venjingunum,also hvørji ting tað er vit skuluundirvísa børnunum í. 

Hvat fyri fokus ella broytingar ætlar tú atbroyta í venjingunum? 

- Tað verður at fáa venjingarnar at hava eittog sama innihald ígjøgnum fleiri árgangir,soleiðis at man byggir upp frá grundini av,og at dugnaligagera venjarnar í felaginumsum gera eitt stórt arbeiði. Men ofta tá iðman er óroyndir ella ikki hevur nakran athjálpa sær verður man í iva hvønn veg manskal fara. Tað er so nakað við at smalka eittsindur um venjingarnar og hava meira fokusá nøkur fá ting og blíva dugnaligur til tað,og tað er serliga á tí tekniska økinum. 

Hevur tú lært nakað nýtt nú tú ert kominí eitt nýtt felag? 

- Ja eg haldi man lærir nakað nýtt hvønndag, og man fær brúkt tað eitt sindur. Núhava eg bara verið her í 5 vikur so tað eravmarka hvat eg havi lært. Men jú manlærir allatíðirnar nakað nýtt, og man særaðrar mátar, sum tey lokalu her gera tinginiuppá. Nakað av tí kann man brúka víðari,og nakað skal man skrúða eitt sindur uppá.Tá ið man arbeiðir við menniskjum er nógvat læra altíð. 

Dámar tær væl starvið í 07 Vestur? 

- Ja eg haldi at tað er sera spennandi ogsíggi ein stóran møguleika í felagnum. Egvænti at vit kunnu flyta tingini nokkso langttann rætta vegin tey næstu árini.Eg eri væl móttikin av fólkunum her vestri.Fólkini ynska tað besta fyri felagið, og tað ergott grundarlag at byggja á. 

Er tað hugsandi at tú fert at halda fram ífleiri ár? 

- Ja tað er tað, eg dugi ikki at síggja nakraforðing í hví eg ikki skuldi gjørt tað. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder