Vinna

Edinburgh verður partur av NORÐ-rutunum

...

2014-10-29 23:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Edinburgh verður við í NORÐ-ferðaætlanini í staðin fyri Aberdeen, eftir at Atlantic Airways hevur endurskoðað upprunaligu ætlanina fyri NORÐ.Ferðaætlanin til Noregs, Íslands og Skotlands várið 2015 er klár, og ferðaseðlar kunnu keypast nú

Edinburgh verður ferðamál í NORÐ-rutunum í staðin fyri Aberdeen, sum var partur av upprunaligu ætlanini fyri ruturnar til grannalondini.

Atlantic Airways hevur endurskoðað NORÐ-ætlanirnar, og niðurstøðan er, at Edinburgh og stóri flogvøllurin har hava fleiri fyrmunir sammett við Aberdeen. Edinburgh verður ein fyrimunur fyri ferðandi, sum ynskja at halda frí í einum býi ella ynskja eina samanseting av Edinburgh, Skotlandi og øðrum ferðamálum. Edinburgh hevur eisini nógv sambond við aðrar flogvøllir sum t.d. London City og London Heathrow, ið kunnu gagna vinnulívinum.

Fyrsta stigið var tikið á NORÐ-rutunum í september við tveimum nýggjum fráferðum um vikuna til Noregs afturat verandi fráferðum til Íslands. Ferðaætlanin fyri NORÐ er galdandi frá síðst í mars, og hon ber í sær fleiri rutusambond til grannalondini Íslands, Noregs og Skotlands. Ferðaætlanin sæst á atlantic.fo, og í henni eru fýra fráferðir um vikuna til Bergen, tríggjar til Reykjavíkar og tvær til Edinburgh.

Atlantic Airways gleðir seg til at bjóða kundunum eina enn dyggari tænastu til grannalondini.NORÐskal stuðla upp undir vakstrarmøguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi, men nýggju, víðkaðu rutusambondini við fleiri útgongdum til umheimin skulu eisini geva føroyingum og ferðafólkum, sum ynskja at vitja Føroyar, fleiri ferðamøguleikar.

Í fyrstu atløgu fer Airbus 319 at flúgva á NORÐ-rutunum fram til 2016. Atlantic Airways hevur nóg mikið av Airbus-kapasiteti komandi tíðina, men seinni væntar felagið at útvega sær eitt minni flogfar til NORÐ.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder