2019-11-27 23:10
Team Klaksvík var í kvøld á vitjan hjá Kyndli, dysturin fekk ein heldur keðiligan enda. Dómarnir blástu dystin av tá ið 51. minuttir vóru leiktir.
Í 51. minutti lendi Borgar Sveinsson skeivt eftir eitt gjøgnumbrot og lendi á arminum. Hann fekk so miki ilt, at neyðugt var at fáa sjúkrabilin eftir honum, og gekk tað útvið hálvur tími til Borgar var av vøllinum, og tá valdu dómarnir at blása dystin av.
Kyndil vann dystin 28-15 eftir hálvleiksstøðuna 15-7. Toppskjútti hjá Kyndli var Hjalti Mohr Jacobsen við 10 málum. Fyri Team Klaksvík fekk Sámal á Tjaldrafløtti 4 mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald