2021-04-28 15:30

HSF: Eftir ein langan túr til Moskva í Russlandi í gjár, er føroyska A-landsliðið til reiðar at møta Russlandi í dag. Dysturin byrjar kl. 17.30, føroyska tíð, og verður dysturin vístur í sjónvarpinum hjá KVF og sigur FM1 eisini frá dystinum.
Liðið hevur vant í morgun og eru mans til reiðar til eina krejandi uppgávu. Kjartan Johansen hevur ein snudd at dragast við, men verður vónandi klárur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald