2021-08-21 10:36
HSF: Dagurin í gjár hjá U19-landsliðnum snúði seg fyrst og fremst um fyrireiking. Fyrireiking til hálvfinaluna í dag móti Slovakia. Mennirnir hava vant taktiska venjing, hugt eftir video, tosa taktikk og hvílt.
Dysturin í byrjar kl. 15.00 og sæst á ehftv.com.
Umframt hetta hava Pauli Jacobsen og Elias Ellefsen á Skipagøtu luttikið í ???Respect Your Talent??? átakinum hjá EHF, sum snýr seg um møguleikarnar í hondbólti sum yrki, eisini eftir at tíðin sum leikari er av. Teir ið hava verið kosnir dagsins leikarar í dystunum higartil fingu møguleikan at luttaka, har m.a. kendi ungarski hondbóltsleikarin Laszlo Nagy greiddi frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald