Ítróttur

Dysturin á Dungasandi er útsettur til kl. 16

...

2018-08-12 10:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Dysturin á Dungasandi í dag skuldi byrja kl. 15, men er útsettur til kl. 16, tí at jarðarferð verður í Sørvági.


Nú má røkka ella støkka!

 Tað verður lagnudystur á Dungasandi sunnudagin, tá aftasta liðið tekur ímóti næstaftasta liðnum í Betrideildini. Fyrsti dysturin í hesum kappingarárinum var júst ímóti AB, og hann endaði við javnleiki 1-1. Gilli Samuelsen skoraði okkara mál, men hann er tíverri fyri okkum farin aftur til B36.

Við einum sigri koma vit uppá 7 stig, og bert eitt stig aftanfyri AB. Tó er langt eftir á mál, men einaferð má tað venda, og vónin er at tað verður sunnudagin, ella fer tað at síggja rættiliga svart út. 
 
Nakað av frágongd hevur verið í summarsteðginum, men hurðin hevur eisini gingið hinvegin, og nýggju menninir, Charlie og Sonny kunnu vónandi hjálpa til at varðveita sætið í deildini, sum má verða høvuðsendamálið fyri kappingina í ár. Eisini er gleðiligt at síggja Jákup Sveinbjørn tørna út fyri besta liðið aftur, efftir at hava leikt á næstbesta liðnum higartil í ár.
Vónandi leita nógv fólk sær á Dundagsand sunnudagin, tí tað er í mótgongd at tørvurin á stuðli er størstur.

Framá 07Vestur 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder