Mentan

Dupultfløga við Miðnáttarsangbólkinum

...

2020-12-18 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú undan jólum er dupultfløga komin í handlarnar við gomlum kendum sangum og tónleiki. Talan er um tann, frá sjeytiárunum, legendariska og væl kenda og populera sangbólkin í Eysturoynni ??? MIÐNÁTTARSANGB??LKURIN.

Tað var í 1973, at MIÐNÁTTARSANGB??LKURIN hoyrdist á fyrsta sinni á almennum støði. Hetta var í samband við miðnáttarsamkomurnar, sum hvørt vikuskifti vóru í Berøa í Saltangará/Runavík, har ungdómur úr allari oynni savnaðist at hoyra Guds orð og lívsgleðan sang saman við einum góðum drekkamunni. Tað var ikki bert møtiungdómur, ið møtti upp til hesar miðnáttarsamkomur, men ungdómurin, sum kom úr dansi- og discohølunum í oynni vitjaði dúgliga -og teimum dámdu væl eisini at hoyra andaliga sangin!

Tað var undir hesum umstøðum, at MIÐNÁTTARSANGB??LKURIN fekk luft undir veingirnar og gjørdist kendur fyrst í Eysturoynni, men tað var skjótt, at boð vóru eftir honum um alt landi, og sjeytiárini var tíggjuáraskeiðið, har MIÐNÁTTARSANGB??LKURIN fylti nógv í tónleikalandslagnum í Føroyum.

Fyri mongum árum síðani, ávíkavist 1973 og 1977, komu tvey kassettubond í handlarnar við MIÐNÁTTARSANGB??LKINUM. Men tey seinastu árini hava vit ikki hoyrt og sæð nógv til sangbólkin, og mong ár eru eisini liðin síðani seinastu tónleikaútgávuna ???men nú reisist í gamla tónleikasavninum!

T??NLEIKASAVNIÐ

Tað er felagið Tónar v/ Jóhan Magnus Gunrim, sum hevur tikið stig til at savna gomlu upptøkurnar við MIÐNÁTTARSANGB??LKINUM. Hann hevur fingið gott fólk afturat sær, sum bæði hevur hegnið og nýggjastu útgerðina til at klæða gamlan tónleik í nýggjar búnar.

Tað var ein sonn upplyfting, at seta fløgurnar í fløguspælaran í bilinum og so koyra til endan. Tey góðu gomlu sjeytiárini komu stórleypandi í hugan á einum, meðan tú fekst hvørt einasta orð við, sum sungið verður -her hevur tónleikasnillingurin ??li Poulsen gjørt eitt megnararbeiði!

COUNTRY AND WESTERN

Dupultfløgan inniheldur ikki færri enn 32 innspælingar, har flestu eru Country and Western sangir, sum eru týddir m.a. av Flóvini Tyril, Hallgrím Miðberg og Jóannes S. Hansen. Fløgan kemur í handlarnar hósdagin og kostar 189,00 krónur. Hetta eru ikki nógvir pengar, tá hugsa verður um, at talan er um tvær fløgur. Í fløguhúsanum er ein kápumynd av upprunabólkinum, og eisini er eitt heftið við nógvum forvitnisligum søguligum myndum og teksti, sum sigur frá søguni hjá MIÐNÁTTASANGB??LKINUM. Tað er Flóvin Tyril, sum hevur skrivað tekstin. Jóannes S. Hansen hevur tikið myndirnar, og Pól Andrias Larsen hevur sniðgivið fløguhúsan -dupultfløgan er ein góð og hóskandi jólagáva!

TUNNIL OG MIÐNÁTTARSANGB??LKURIN

Tað er lív í Miðnáttarsangbólkinum enn, tí leygardagin 19. desember, frá kl.14:00 ??? kl.20:00, verður Drive-in Tunnilstiltak á havnaøkinum á Toftum, har m.o. Miðnáttarsangbólkurin fer at syngja. Meðan fólk sita í bilunum fáa tey bjóðað pannukøkur og kaffi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder