Mentan

Drive in konsert við Teiti

...

2020-04-30 08:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Drive in konsert við Teiti

Nógv fólk vóru til konsertina við flúgvarabedingina seinasta vikuskiftið í samband við nýggju útgávuna ???Modern Era.??? Leygarkvøld klokkan 20 fer Teitur at spæla enn eina drive-in konsert, hesa ferð á Skálatrøð í Havn saman við bólki.

Konsertin er skipað eftir ráðgeving frá koronaráðgevingini, og tí eru fyrivarni ið mugu takast. Bilar kunnu koma inn á økið frá klokkan 18. Neyðugt er at sløkkja luftskiftisskipaninar, so bilurin ikki tekur luft inn, eins og vegleitt verður hvørji vindeygu skulu rullast niður, alt eftir ættini. Neyðugt er, at øll halda seg inni í bilinum. Eisini hesa ferð mugu áskoðarar taka egið poppkorn og Sisu við, tí einki verður selt á staðnum.

Atgongumerki fáast til keyps frá klokkan 18 á Skálatrøð, kostnaður 200,- per pers.

https://www.dropbox.com/s/tc9isggixho1rmx/Sk%C3%A1latr%C3%B8%C3%B0%20480p.mp4?dl=0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder