Ítróttur

Dráttur: Venjaratoymi sett

...

2021-07-28 09:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

Venjaratoymi sett
Flogbóltsfelagið Dráttur hevur gjørt avtalu við Ragnar í Haraldstovu og Anniku á Stongum um at venja Meistaradeildina hjá Drátti komandi kappingarár. Ragnar verður høvuðsvenjari og Annika hjálparvenjari. Bæði hava drúgvar royndir í føroyskum flogbólti, bæði sum leikarar og venjarar. 

Vit eru sera glað fyri nýggja venjaratoymið, ið saman við barna- og ungdómsvenjarum í felagnum, fara at skapa betri møguleikar fyri at menna leikarar í øllum aldri.

Vit ynskja Ragnar og Anniku hjartaliga tillukku og vælkomin og gleða okkum til gott og gevandi samstarv í nýggja kappingarárinum.

 
Í Drátti leggja vit stóran dent á góðan felagsskap, leikaramenning og trivnað.

 
Vit takka okkara flogbóltspælarum, venjarum, hjálparfólki, viðhaldsfólki, útisetum, sponsorum og Vága kommunu fyri dyggan stuðul og gleða okkum til kappingarárið 2021/22.

 
Eisini takka vit flogbóltssambandinum, hinum flogbóltsfeløgunum í landinum og dómarum fyri gevandi og mennandi kappingar og gott samstarv.

 
Somuleiðis takka vit fyri alla hjálp og luttøku á Gallaveitsluni, sum Dráttur saman við FBF skipaði fyri í apríl.

 
Góða ??lavsøku øll somul.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder