Ítróttur

Dráttur hevur flogbóltskapping í vikuskiftinum

...

2020-01-31 17:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Komandi vikuskifti verður stór flogbóltskapping fyri børn og ung í Vágum. Tað er flogbóltsfelagið Dráttur, sum skipar fyri kappingini.


99 lið við tilsamans umleið 500 leikarum eru við í kappingini, so tað verða nógv fólk í oynni hetta vikuskiftið. Kappingin verður leygardagin frá klokkan 9 á morgni og væntandi verður hildið á til umleið kl 20 um kvøldið. Spælt verður í høllini á Giljanesi og í høllini í Sørvági.


Dráttur hevur góðar stuðlar og eisini til hesa kappingina. Tiltakið er stuðlað av BankNordik og í tí sambandi vitjar Vitus kappingina.


Flogbóltsfelagið Dráttur

Skráin sæst HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder