Ítróttur

Dráttur er í steypafinaluni: Søgan aftanfyri Drátt

...

2018-02-21 08:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta er 7. ferð at besta kvinnuliðið hjá Drátti er í steypafinaluni, síðani Flogbóltsamband Føroya byrjaði at skipa steypafinalur í ár 2000. Hesi árini hevur Dráttur vunnið steypafinaluna tvær ferðir, í 2007 og í 2015.

Dráttur hevur verið við í bestu deildini øll árini síðani felagið varð stovnað tann 9. apríl 1984 og hevur mangan verið í medaljustríði hesi árini.

Síðani besta deildin hjá kvinnum varð skipað í eina meistaradeild í 1986 hevur Dráttur vunnið 3 FM-heiti, í 2001, 2016 og 2017.

Aftanfyri hesum góðu úrslitum liggur eitt stórt arbeiði og ikki minst ungdómsarbeiði, sum skal til fyri at tryggja, at tað allatíðina leggjast leikarar afturat meistaradeildini.

Søgan aftanfyri Drátt byrjaði tó við, at Marianna Simonsen og Magna Thomassen í 1976 samdust um at fara at venja tvey kvinnulið í flogbólti. Liðini luttóku fyrst í ymsum steypakappingum. Liðini vóru nevnd MB og SÍF.

Tá tær fóru at taka lut í landskappingini skiftust tær um at hava MB og SÍF í bestu deildini. Sambært yvirlitinum hjá FBF eru FM heitini tó skrásett soleiðis, at MB varð føroyameistari í 1. deild í 1976-1978 og SÍF í 1979-1980. MB/SÍF hevði eisini 2 umboð á fyrsta kvinnulandsliðnum, sum spældi ímóti Íslandi í 1979.

Á vári 1984, eftir at kappingarnar vóru av tað árið, varð á fundi í skúlanum gjørt av at stovna flogbóltsfelag fyri flogbóltin í Miðvági og Sandavági.

Fleiri nøvn til felagið komu fram at venda. Navnið "Dráttur" varð valt, tí tað kann vísa til drátt í sjónum, sum gongur upp og niður sum flogbólturin. Eisini merkir dráttur at hava nakað at dragast við - stríðast fyri ??? at vera í tvídrátti.

Á liðnum, sum skal spæla kvinnufinalu leygardagin 24. februar 2018, eru kvinnur úr Miðvági og Sandavági, og hava allar traðkað sínar barnaflogbóltsskógvar í Drátti. Tær eru í aldrinum 15 til 38 ár, og onkur av teimum hevur eisini nakrar landsdystir í beinunum.

Tað verður spennandi at síggja, um tað fer at eyðnast kvinnunum hjá Drátti at vinna steypakappingina fyri triðju ferð leygardagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder