2020-11-16 11:31
Dómsnevndin hevur gjørt úrskurð um kæruna um huldumálið í dystinum millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF í Burn Deildini, sum var 11. okt.
Aganevndin viðgjørdi málið fyrst, har avgerðin var, at dysturin kundi spælast av nýggjum, um VÍF ynskti hetta. Dysturin endaði við javnleiki og kundi VÍF vinna eitt stig við at spæla dystin umaftur, men kundi eisini risikera at missa eitt stig.
VÍF kærdi avgerðina hjá Aganevndini til Dómsnevndina hjá HSF. Dómsnevndin hevur nú gjørt úrskurð í málinum og niðurstøðan er, at dysturin skal spælast av nýggjum.
??rskurðurin kann lesast her:
20-1115 VÍF kæra um huldumálið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald