Ítróttur

Dia: - Vænti at kappingin verður tættari í ár enn seinasta kappingarár

...

2018-09-03 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Dia Midjord venjari hjá StÍF væntar at vit fáa eina tættari hondbóltkapping í ár í mun til í fjør.

StÍF endaði nummar fimm seinasta kappingarár, og vónar venjarin at teir fáa gjørt tað betur hetta kappingarári, sum stendur fyri framman.

Hvat væntar tú tær av komandi kappingarárið?

Eg vænti, at tað verður eitt sindur tættari enn farna kappingarár, tí eg havi skilt, at nøkur lið eru viknað nakað.

Hvar á stigatalvuni enda tit?

Eg vóni, at vit klatra eitt ella tvey pláss longur upp á stigatalvuna. Men tað skal ikki so nógv til at oyðileggja vónirnar, tí vit hava ikki so breiðan hóp. Ein ella tveir skaðar kunnu oyðileggja nógv fyri endaligu plaseringina.

Hvussu væntar tú toppurin fer at síggja út?

Tað dugi eg illa at meta um, tí eg veit sum sagt ikki, hvussu liðini verða mannað, tá samanum kemur. Neistin og H71 vera helst aftur í toppinum, og so er spurningurin, hvussu nógv hini leggja fyri, tí onkur fær helst útlendskan styrk.

Hvussu stóran hóp hava tit?

Hópurin hjá okkum er nakað smalur, men vit hava tað, sum vit hava og mugu royna at fáa sum frægast burturúr.

Hvat fyri spælarar hava tit fingið, og hvørjar hava tit mist?

Tilgongd: Mark D Dahl, Rani A Højgaard, Jóannes Prestá og Teitur V. Nilssen.

Frágongd: Joakim Jurs, Allan Norðberg, Jógvan G Joensen og Borgar Persson.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder