Mentan

Det danske kongehus: ??en Vágar i det vestlige Færøerne

...

2020-12-05 10:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyrsta lendingin hjá Nissugentuni á jólaferðini í ríkisfelagsskapinum er í Vágum vestanfyri í Føroyum, í bygdini Bø, júst sama stað, har Fríðrikur krúnprinsur (7.) í 1844 teknaði tað hugtakandi útsýnið til Tindhólm og Drangarnar. Her ??? 176 ár seinni ??? er hetta besta leiðbeining hjá Nissugentuni í leitanini eftir Nissubróðrinum, sum hon og húskið ikki hava sæð síðan Kongsferðina í 1921.

??rkymlað av ferðini úr Danmark kennir Nissugentan knappliga ein skarpan royk úr einum lítlum pakkhúsi. Tí har verður jólamatur gjørdur ??? men tað er ikki rísgreytur, sannar Nissugentan. Tí komin innum sær hon eitt vanligt føroyskt jólaborð við røstum kjøti og rótum, og her eisini við brúnkaðum eplum og sós. Tað myrka ræsta kjøtið er luftturkað lambskjøt, ið hevur hingið í fleiri mánaðír í hjallum og turkað í sjóluftini og síðan stokt í ovni. Tá ið tann trái føroyski vindurin hevur fingið kjøtið passaliga turt, og tað hevur fingið sín eyðkenda grønliga, ræsta dám, er tað hjá føroyingum tekin um, at jólini nærkast. 
 
Men har situr eingin Nissubróðir við jólaborðið. Nissugentan ger tí av at flúgva víðari norðureftir til Streymoynna, har ein gamal kongsgarður er ??? tað kundi so væl borið á, at ein kongshúsnissa hevur búsett seg her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder