2020-12-06 18:28
Vard av høgum føroyskum fjøllum liggur bygdin Saksun so føgur innast í Saksunardali. Her hevur Nissugentan avrátt at leita eftir bróðuri sínum. ??tsýnið yvir bygdina minnir Nissugentuna um myndprýðingarnar hjá Drotningini av Ringanna Harra hjá J.R.R. Tolkien. Í roynd og veru er hon næstan vís í, at hon má vera í Miðgarði, har hobbin Fróði Pjøkin vaks upp, áðrenn hann varð sendur út á sína egnu miklu ævintýrferð.
Men nú er hon komin til Saksunar, og mitt í bygdini hevur tann flagtakti kongsgarðurin, Dúvugarður, staðið í tí grøna dalinum síðan 17. øld. Tað er ikki óhugsandi, at ein nissa úr danska kongshúsinum hevur búsett seg júst har. Hon leitar bæði uppi og niðri, men har er eingin Nissubróðir at finna.
Knappliga kemur henni til hugs ein tekning hjá Fríðriki krúnprinsi (7.) av einari gamlari toft. Tí tað líkist einum stað, har Nissubróðurin kundi hugsast at stuttleika sær við at veiða fugl. Har má hon fara at leita ??? men fyrst vil hon halda annan sunnudag í advent á kongsgarðinum. Tí hóast ferðin er strævin, vil Nissugentan minnast at halda gamlan sið í jólamánaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald