Ítróttur

Dánial Pauli Lervig skiftir til 07 Vestur

...

2021-01-30 15:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í vikuni skrivaði Dánjal Pauli Lervig undir sáttmála við 07 Vestur, og hann flytir sostatt úr HB vestur har hann hevur leikt seinastu trý árini.


29-ára gamli verjuleikarin hevur annars spælt í Víkingi øll árini fram til í 2016, tá hann fór til havnar at leika. Fyri Víking og HB hevur hann spælt næstan 200 dystir í Betri deildini,1. deild og evropeiskum kappingum.

Dánial Pauli hevur vant við 07 Vestur seinastu tíðina eftir at hann er fluttur vestur til Miðvágs, og hann hevur eisini spælt venjingardystir, har hann hevur roynt seg á høgra og vinstra bakki.

Sum skilst eru eisini fleiri leikarar á veg til 07 Vestur, og nærri verður at frætta um hetta.

07 Vestur leiktu í dag venjingardyst í Sørvági í venjarafelagskappingini ímóti B68, sum, eins og vit, vunnu sær upp í Betri deildina í fjør. Dysturin endaði við málleysum javnleiki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder