2021-05-17 17:51

A-landsliðið hjá kvinnum er nú farið undir fyrireikingarnar til dystirnar móti Finnlandi og Ísrael.
Dagarnar 4. ??? 6. juni er EM-undan-undan-kapping fyri kvinnur í Føroyum. Luttakandi liðini eru Føroyar, Ísrael og Finnland. Vinnarin av kappingini fær pláss í bólkaspælinum til EM-undankappingina. Kvinnurnar eru farnar undir fyrireikingarnar og venja regluliga saman fram til kappingina. Venjarar hjá kvinnulandsliðinum eru Dragan Brljevic og Finnur Hansson.
Leiksskráin sær soleiðis út:
Fríggjadagin 4. juni kl. 18.30 Føroyar ??? Finnland
Leygardagin 5. juni kl. 18.00 Finnland ??? Ísrael
Sunnudagin 6. juni kl. 16.00 Føroyar ??? Ísrael
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald