Vinna

Christian í Grótinum landar svartkjaft til Havsbrún

...

2015-06-02 02:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum kom á Fuglafjørð í morgun við 2.500 tonsum av svartkjafti, sum er fiskaður í ein landsynning úr Akrabergi, heilt eystur ímóti hetlendska markinun.

Í kvøld eru bara Finnur Fríði og Slættaberg á svartkjaftafeltinum og harafturat okkurt íslendskt skip.

Tey flestu skipini hava fiskað kvotuna - ella goyma tey ein slett til seint í heyst.

Fagraberg er í dokk á Skála, tað kemur helst at taka 9 vikur, Tróndur í Gøtu er eisini á Skála, Jupiter er á Fuglafirði, har KJ sandblásir tangarnar og Atlantsfarið er hjá MEST í Havn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder