Ítróttur

Christina vil menna barnafótbóltin

...

2018-05-01 06:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fótbóltssamband Føroya hevur sett Christinu Ravnsfjall í starv sum ???grassroots??? fólk. Uppgávan verður at fáa fleiri børn og ung at spæla fótbólt. Christina byrjar í starvinum 1. juni.

- Eg eri øgiliga spent, og eg ivist ikki í, at hetta verður ein spennandi avbjóðing. Starvið inniheldur nógvar fjølbroyttar uppgávur, so nú gleði eg meg til at koma í gongd, sigur Christina Ravnsfjall, sum er nýtt ???grassroots??? fólk hjá FSF.

1. juni byrjar Christina Ravnsfjall í starvi hjá Fótbóltssambandi Føroya. Endamálið við starvinum verður at fáa fleiri børn og ung at spæla og venja fótbólt, og at menna ???grassroots??? fótbóltin sum heild í Føroyum.

Christina Ravnsfjall er útbúgvin námsfrøðingur og motorikvegleiðari, og seinastu seks árini hevur hon verið venjari hjá nøkrum av gentuliðunum hjá 07 Vestur.

- Eg havi fleiri hugskot til, hvussu hetta starvið skal røkjast, og eg fari at gera mítt til, at FSF, saman við feløgunum kring landið, fara at síggja ein vøkstur í talinum av børnum og ungum, ið venja fótbólt, sigur Christina Ravnsfjall við fsf.fo.

25 umsøkjarar vóru til starvið, sum ???grassroots??? fólk, hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder