Vinna

Christian í Grótinum skal nú verða móðurskip hjá partrolarunum

...

2014-09-20 16:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum, sum hevur partrolað saman við Norðborg, skal nú verða móðurskip hjá partrolarunum (feskfiska- og gulllaksaskipunum), sum fáa loyvi at fiska á midnátt í kvøld.

Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð kl. 13 at landa 200 tons av slógvi til Havsbrun, teir hava eisini fulla last av heysaðum makreli, sum er frystur, men teir fara út aftur við tí frysta í lastini, sigur skiparin Bogi Rasmussen, ætlandi loysa teir aftur av Fuglafirði kl. 5 seinnapartin.

Skiparin sigur at veðrið hendan túrin hevur verið av tí fagrasta og at fiskiskapurin hevur verið góður, teir hava fiskað í 5 døgn.

Makkarin hjá Christian í Grótinum er Norðborg, teir hava uml. 700 tons av frystum í lastini. Norðborg trolar nú einsamøll.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder