2018-12-02 13:20

Christian í Grótinum, sum hevur roynt á Nólsoyarbankanum eftir makreli, siglir inn fullfermdur, teir fara í Ánirnar at landa, teir byrja at landa kl. 18 í kvøld, teir hava 550 tons av skráskornum makreli.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Páll Klein Rasmussen fyri løtu síðan, hann segði, at makrelurin ikki stendur so tættur á Nólsoyarbankanum nú, hann hevur flutt seg longur suður, annars var fiskiskapurin brúkligur, teir hava hendan túrin roynt við troli.
Tað eru 20 mans við Christian í Grótinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald