2018-11-27 15:19

Christian í Grótinum roynir við nót eftir makreli á Nólsoyarbankanum, teir gjørdu eitt gott kast í gjárkvøldið, teir valdu at koma inn at landa, teir landaðu útvið 600 tons til Pelagos og fóru síðan avstað aftur kl. 8 í morgun, tá høvdu teir nakað eftir í tangunum til at framleiða umborð.
Vit á JN.fo tosaðu við teir fyri løtu síðan, teir siga at fitt av makreli er at síggja, men teir royna bert tá ið tað er myrkt, tí tað vísir seg, at tá fáa teir størri makrel.
Tað eru bert góðir tveir tímar at sigla á Fuglafjørð av makrelfeltinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald