Vinna

Christian í Grótinum fulla last av sildafløkum

...

2014-10-15 16:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum hevur fulla last av sildafløkum - uml. 660 tons. Teir hava verið á Fuglafirði í nátt og landa 500 tons av slógvi til Havsbrún. Nú liggja teir norðanfyri og vaska skipið. Kl. 13 koma teir í Ánirnar at landa tey 660 tonsini av sildafløkum.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir siga at tað var nógv sild at síggja norðanfyri, eisini er sildin góð, sum teir hava fingið.

Christian í Grótinum plagar at samtrola við Norðborg, men hendan túrin hava skipini roynt hvør sær. Tey hava roynt norðalaga í føroyskum sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder