2014-05-30 03:41
Christian í Grótinum kom í kvøld á Klaksvík fullfermdur av svartkjafti, uml. 2.000 tons, sum skal landast í Fuglafirði.
Christian í Grótinum sleppur ikki framat at landa fyrrenn Tummas T. og Saksaberg hava landað, teir liggja tí á Klaksvík og bíða til teir eiga tørn.
Sí myndirnar niðanfyri, sum vit tóku av Middagsfjalli í dag, tá ið Christian í Grótinum var staddur suður úr Vágoy.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald