Ítróttur

Christian er nú 07 Vestur leikari

...

2019-03-15 23:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
30 ára gamli Christian Restorff Mouritsen og 07 Vestur hava í kvøld skrivað undir ein eitt ára sáttmála. 07 Vestur hevur seinastu tíðinda roynt at funnið ein føroyskan áleypara, og fall valið á Christian.

Sigast má at Christian hevur nógvar royndir. Sambært hagtølunum hjá FaroeSoccer hevur Christian leikt 172 dystir í bestu deildini og hevur hann skotið 43 mál. Christian hevur eisini sjey Europa Leauge og tríggjar A-landsliðsdystir í beinunum. Afturat tí so hevur hann eisini spæla á U17, U19 og U21 fyri Føroyar.

Christian hevur umboða tey bæði liðini úr Havn HB og B36.

07 Vestur ynskir honum vælkomnan í felagið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder