Ítróttur

Carl Herup: Vit skulu hava eitt sindur meira villskap í okkum

...

2018-02-07 23:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
H71 tók í kvøld móti Neistanum í fyrri hálvfinaluni í Faxe-kondi steypakappingini, H71 vann dystin 27-25. Eftir dystin fingu vit orð á Carl Herup Olsen leikara hjá Neistanum.

Hvussu upplivdi tú dystin?
- Høgt tempo, tó við fáum tekniskum feilum, og tvær rímuliga sterkar verjur. 

Hvat hevði tað at siga fyri tykkum at Rasmus Søby fór út so tíðliga?
- Tað er sjálvandi ein ordiligur missur fyri okkum, Rasmus hevur víst sína styrki í ár, og nógv av okkara spæli er bygt upp rundanum hann. So tað sigur seg sjálvt at tað er mótbrekka at vit missa hann eftir nakrar fáar minuttir. Men eg haldi at vit klára okkum væl, sjálvt um hann fer út so tíðliga í dystinum. Liðið fór ikki niður við høvdinum.

Hvussu sært tú fram til dystin í vikuskifitnum?
- Vit mugu bara brynja okkum so væl sum vit kunnu, og royna at seta tempoði eitt sindur hægri upp, og eitt sindur meira villskap í. Um vit gera tað, so ivist eg ikki í, at vit hava ein møguleika. Tvey mál er lítið í einum hondbóltsdysti, og tað sóu vit eisini í dag, tað kundi lættliga blíva javnleikur, men so vunnu teir við tveimum, og tað er tað sum ger hondbólt stuttligan, segði Carl Herup við jn.fo eftir dystin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder