Vinna

Byrjanin til endan II

...

2015-11-26 18:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú uppskotið hjá nýggja landsstýrinum um uppboðssølu av fiskirættindum er komið undan kavi, er grundgevingin, at skipanin skal broytast frá at vera politisk útluting til marknaðarbúskap.

Áðrenn hava aðrar grundgevingar verið fyri uppboðssøluni - nevniliga at fáa til vega pengar til landskassan, umframt at loyva fólki framat fiskivinnuni, sum higartil ikki hava havt tann møguleikan.

Fiskiskapurin í Barentshavinum

JFK hevur havt rættindi at fiska í Barentshavinum síðani 1934 við trolara. Fiskiskapurin var fríur í Barentshavinum fram til 1978, tá fyrsti beinleiðis sáttmálin var gjørdur við Russland um kvotir.

Skipini, sum tá fiskaðu, vóru hesi: Skálaberg, Sundaberg, Sjúrðarberg (nú Enniberg), Vesturvón, Nónhamar og Magnus Heinason.

Tey skip, sum í dag fiska í Barentshavinum, eru:

- Gadus: fiskar upp á upprunaloyvið hjá Skálabergi, sum gongur aftur til 1934;

- Sjúrðarberg: fiskar upp á loyvið hjá Sundaberg frá 1965;

- Enniberg: fiskar upp á loyvið hjá Sjúrðabergi, sum stavar frá 1948, tá ein nýggjur Sjúrðarberg kom;

- Akraberg: fiskar upp á loyvini, sum stava frá tveimum loyvum ??? tað eru upprunaloyvini hjá Vesturvón, sum kom í 1969, og Nónhamar, sum kom í 1976.

Síðani fiskiskapurin gjørdist partur av sínamillum avtalum við Russland og Noreg seinast í sjeytiárunum, hevur verið fiskað undir kvotaskipan. Kvotan hevur sveiggjað upp og niður, og er í dag umleið 20% hægri enn miðal hesi árini. Tað hava verið ár, har kvotan hevur verið eins høg sum í dag. Tað kann eisini skoytast uppí, at skipini, sum hava fiskað í Barentshavinum, hava mist týðandi kvotur í Grønlandi og Flemish Cap/New Foundlandi, so at fara at taka meira frá teimum, tykist ikki rættvíst.

Tískil er tað ikki nøkur óvanlig kvota, sum nú brádliga skal seljast á uppboðssølu. Hóast kvotan í løtuni er góð, so kann hon als ikki samanberast við tann vøkstur, sum makrelfiskiskapurin hevur upplivað seinastu árini.

Kvotan í Barentshavinum hevur frá umleið 1980 verið býtt eftir einum føstum býtislykli millum loyvini. Tí er tað óskiljandi fyri okkum, sum hava fiskað á hesum leiðum, at ein kvota, sum hevur hoyrt til hesi skipini, og sum ikki er størri enn hon hevur verið undanfarin tíðarskeið, skal seljast á eini uppboðssølu.

Tilfeingisgjald

Vit hava einki ímóti at rinda avgjald fyri tann framíhjárættin, sum tað er at gagnnýta landsins tilfeingi. Fyrimunurin er, samanborið við uppboðssølu, at vinnan kennir fortreytirnar, ið hon arbeiðir undir. Sjálvandi eigur eitt avgjald at verða sett eftir marknaðartreytunum, soleiðis at skipini kunnu tillaga seg broyttum umstøðum. Ein slík skipan tryggjar manning og reiðaríi støðugar karmar at virka undir.

Uppboðssøla

Ein uppboðssøla av botnfiski í Barentshavinum kemur at geva høgar prísir í byrjanini. Núverandi verksmiðjuskip vilja sjálvandi gera alt fyri varðveita kvoturnar, meðan aðrir aktørar vilja gera alt fyri at sleppa uppí part. Sannlíkt er tí, at prísurin pr. kg. av rundari vekt verður væl omanfyri tað, sum loysir seg at fiska eftir.

Sambært samgonguskjalinum skal fiskivinnupolitikkurin flyta seg frá verandi skipan til eina marknaðargrundaða skipan. Roknast má tí við, at øll føroysk fiskirættindi sum frálíður skulu seljast á uppboðssølu. Hetta kemur í longdini at geva landskassanum lægri inntøkur, tí færri og færri aktørar orka sum frálíður at bjóða uppá fiskirættindini samstundis sum teir hava havt verri møguleikar at leggja pening til síðis.

Avleiðingin verður, at vinnan heldur uppat at fokusera uppá menning og nýskapan. Ístaðin fara vit inn í eina negativa spiral, har fokus verður á bíligari og verri skip, bíliga arbeiðsmegi o.l. Hetta er sera óheppið, tí fiskiflotin krevur endurnýggjan ??? ikki minst um framtíðar veiða eisini verður treytað av, at alt tilfeingið verður ført til lands. Roknast kann eisini við, at stórir partar av kvotunum, sum verða keyptar á uppboðssølu, fara at verða fiskaðar við skipum, ið bara verða skrásett í Føroyum fyri styttri tíðarskeið, tvs. í veruleikanum lænt frá útlendingum. Hetta fær stórar avleiðingar fyri føroyskar veitarar, sum sambært kanningum í stóran mun liva av at selja vørur og tænastur til fiskivinnuna.

Tað eigur eisini at vera havt í huga, at føroyingar eru millum fremstu tjóðir í heiminum, tá ið tað kemur til fiskivinnu, tí at vit støðugt hava megnað at umstilla okkum og lagt dent á at hava mest nýmótans vinnutólini í fiskivinnuni. Endurnýggjan krevur væl konsoliderað feløg, sum megna at gera neyðug teknologisk skifti. Hetta hevur samstundis trekt nógvar týðandi vinnur á landi og hevur skapt fleiri vitanarstørv í Føroyum. Hetta lokomotivið í føroyska búskapinum steðgar, um vit um nøkur ár standa við veikum feløgum við avoldaðum vinnutólum, sum vit kanska ikki eingang eiga sjálvi.

Ein annar trupulleiki við uppboðssøluni er, at tað verður ógjørligt at fíggja keyp av rættindum á vanligan hátt, tvs. umvegis vanligar bankar. Avleiðingin verður í fyrsta umfari, at teir aktørar í fiskivinnuni í Føroyum, sum eru best fyri, fara at hava størstan møguleikan at keypa. Men eg eri bangin fyri, at tá ein tíð er liðin, vera vit ikki nóg sterkir at bjóða móti útlendskum kapitaláhugamálum.

Nú byrja vit við uppboðssøluni og skapa stóran ótryggleika í eini vinnu, hvørs loyvisgrundarlag rennur út um 2 ár. Hetta er sanniliga eitt ótrygt og óvirðiligt grundarlag undir eini høvuðsvinnu.

Orð til seinast

Fiskiskapurin í Barentshavinum er svingandi eftir árstíðunum, og tí er umráðandi at røttu skipini eru tøk, tá fiskiskapurin er. Sum reiðarí vil ein altíð arbeiða fram ímóti, at tey tól sum arbeitt verður við, eru nútíðarhóskandi til ta vinnu ein tekst við. Um ótryggleiki er um kvotastøddina frameftir, verður trupult at tilrættleggja eina endurnýggjan, og vandi verður fyri, at skipini, sum fiskað verður við í Barentshavinum, skjótt verða ótíðarhóskandi.

Í løtuni er støðan tann, at vit hava ótryggleika um loyvini eftir 1. januar 2018. At finna eina nøktandi skipan fyri tíðina eftir 2018 og at fáa lønsemi í teir partarnar av vinnuni, sum ikki vinna til annað enn rakstur, er veruliga avbjóðingin fyri føroyska fiskivinnu. Alivinnan, sum í løtuni stríðist við hækkandi avgjøld, hevur í hvussu er ta vissu, at loyvini liggja í føstum kørmum og roknast kann við, at tey verða longd, tá ið loyvisskeiðið rennur út.

Sjálvandi eru útmeldingar um uppboðssølu ørkymlandi fyri okkum í vinnuni og kanska eisini tey uttanfyri vinnuna, tað verið seg peningastovnar og onnur. ??? Vit sóu jú hvussu skjótt kursurin á alipartabrøvum varð ávirkaður, tá nýggja tøkugjaldið varð kunngjørt. Hvussu hevði verið, um partar av firðunum eisini skuldu verið seldir á uppboðssølu á hvørjum ári? Hetta hevði verið til óbótaligan skaða fyri alivinnuna. ??? Feløgini í føroyskari fiskivinnu eru ikki skrásett á partabrævamarknaðinum, men eingin tykist geva sær far um, at grundarlagið undir okkara feløgum verður máað burtur.

Hanus Hansen

stjóri JFK

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder