
Vit fingu í gjár alment innlit í teldupostin, sum trý starvsfólk í Fiskimálaráðnum fingu tann 19. septembur klokkan 09:01. Í málinum var ávaringin frá ICES um tilmælið um ógvusligan niðurskurð í makrelkvotuni.
Mailin fingu Ulla Svarrer Wang (ráðgevi), Ingibjørg Petersen (fulltrúi) og Herluf Sigvaldsson (føroyskur samráðingarleiðari). Fyrr í ár kom fram, at síðst nevndi og Fiskimálaráðið hava gjørt eina fráfaringaravtalu.
Klokkan 09:53 tann 19. septembur sendir Ulla Svarrer Wang teldupostin víðari til Elin Mortensen, sum er aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.
Elin Mortensen hevur ikki sent teldupostin víðari til landsstýrismannin. Tað er ikki greitt um Elin hevur kunna landsstýrismannin á annan hátt.
Telduposturin strandaði tí á telduni hjá Elin Mortensen, aðalstjóra.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald