2025-10-21 09:15

Fimm hagapartar luttóku, teir vóru Ognarhagin, Presthagin, Norðihagi, Útihagi og Uppistovuhagin í Leynum.
Sýnarar vóru Jógvan Christiansen, Skála, Petur Mohr, Strendur og Fríði Olsen, Rituvík.
Íalt vóru 55 seyðir sýnaðir. Virðislønir vóru latnar til bestu veðragjólingar, veturgomlu – og eldri veðrar, nr. 1, 2, og 3 í hvørjum bólki.
Bestu hagar
- Presthagin v/Hans Martin Andresen við 19,67 stig í miðal
- Ognarhagin v/Henga Davidsen við 18,11 stigum í miðal
- Útihagi við Dánjal Petur Müller við 17,67 stigum stigum í miðal
Bestu veðragjólingar
- Valter Andreasen, Presthagin
- Allan Andreasen, Presthagin
- Svend Ingi Krosstein, Presthagin
Besti veturgamli veðrur
- Pætur Jógvanson Danielsen, Norðihagi
Bestu eldri veðrar
- Øssur Andreasen, Presthagin
- Øssur Andreasen, Presthagin
- Pætur Jógvanson Danielsen, Norðihagi
Stuðla sýningini høvdu Kvívíkar Kommuna, MBM, Faer Isles og Føroya Bjór.
Fyriskipararnir vilja takka sýnarum, stuðlum og tykkum øllum, sum stukku inn á gólvið í seyðahúsinum
Fyriskipararnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald