Vinna

Bústaðarlán enn bíligari í Eik

...

2014-05-20 16:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Enn einaferð gongur Eik á odda og lækkar lægstu bústaðarlánsrentuna. Hesa ferð niður á 3,45 prosent

Bústaðarlánskundar í Eik fáa nú fyrimun av enn eini rentulækking. Lægsta rentan á bústaðarlánum lækkar við 0,30 prosentstigum, tvs. úr 3,75 prosentum niður í 3,45 prosent.
Hetta er fjórða ferðin í eitt gott ár, at Eik lækkar rentuna til fyrimunar fyri bústaðarlánskundar sínar.
???Vit eru í støðugari kapping um kundarnar á føroyska marknaðinum og arbeiða tí miðvíst við at styrkja um okkara kappingarføri, soleiðis at hetta er til fyrimunar fyri allar føroyingar???, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.
Seinast Eik lækkaði rentuna á bústaðarláninum var 1. august 2013, tá lægsta rentan á bústaðarlánum lækkaði úr 4,00 niður í 3,75 prosent.
Rentulækkingin fær gildi 20. juni 2014, og er sjálvvirkandi. Hetta merkir, at kundum við lægstu 1. veðrættarrentu nýtist einki at gera fyri at fáa ágóðan av rentulækkingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder