Mentan

Búnaðarstovan fríkennir festara

...

2021-02-18 19:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Búnaðarstovan hevur nú endaliga staðfest, at festarin sum í fjør var skuldsettur fyri at misrøkja eitt festi í Oyndarfirði, hevur fylgt øllum mannagongdum.

???Við tað at talan ikki er um mál um misrøkt eftir Ll. um landsjørð § 5, stk. 2, so verður málið hervið lokað.??? Tað er niðurstøðan í einum brævi, sum Búnaðarstovan hevur sent Hans Kristian Abrahamsen, festara.

Búnaðarstovan fekk tann 18. mai í fjør eina fráboðan um, at eitt festi í Oyndarfirði var misrøkt, og nógv varð gjørt burturúr hesum í fjølmiðlunum. Síðani hevur Búnaðarstovan fylgt við virkseminum á festinum og hevur staðfest, at seyðurin er væl handfarin.

Yvirtók eitt festi sum var í ringum standi

Hans Kristian Abrahamsen, bóndi, yvirtók festið í Oyndarfirði í juli 2019, og tá vísti tað seg millum annað, at munandi færri seyðir vóru í haganum, enn tað sum upplýst var frammanundan. Eisini vísti tað seg, at seyðurin var ringur at fáast við, og fleiri ær høvdu nógvar pesjur og høvdu helst ikki verið í rætt í fleiri ár.

???Allar ærnar sum komu í rætt fingu heilivág sum fyriskrivað er, men nógvur seyður gekk eftir í haganum, og tað var av hesum seyðinum, sum ikki hevði fingið heilivág og heldur ikki var komin at fáa sær at eta, at fleiri vóru deyðar,??? sigur Hans Kristian Abrahamsen.

???Fleiri ær sum vóru komnar í rætt máttu avlívast, tí tær fóru ikki upp í vekt, hóast tær blivu væl fóðraðar,??? sigur hann. ???69% av lombunum sum blivu flett hetta árið vigaðu niðanfyri 24 pund, og hvør gørn var full av bendilormi. Harafturat var nógv lús á seyðinum,??? sigur Hans Kristian Abrahamsen.

Búnaðarstovan hevur einki at finnast at

Síðani 18. mai í fjør hevur Búnaðarstovan fylgt við festinum, og nú hevur Búnaðarstovan endaliga staðfest, at núverandi festari hevur fylgt øllum mannagongdum, og at seyðurin er væl handfarin. Búnaðarstovan ger tí ikki meira við málið.

Lombini á festinum sum vórðu flett í heyst vigaðu í miðal umleið 5 pund meira, enn miðalvektin var á lombunum í 2019.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder