Ítróttur

Bruttohópurin hjá kvinnum úttikin

...

2018-05-02 08:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar hava tveir dystir eftir í EM-undankappingini hjá A-landsliðnum við kvinnum, á hesum sinni. Fyrri dysturin er 30. mai á heimavølli móti Serbia og seinni dysturin er 3. juni á útivølli móti Svøríki.

Landsliðsvenjarin, Dia Midjord, hevur úttikið ein bruttohóp á 24 spælarar.

BruttohópurinVivian Petersen, Selfoss
Ragnhild á Heygum, VÍF
Margit W. Frímundsdóttir, Neistin
Pernille Brandenburg, Vestsyssel
Ninna Johansen, Aalborg HK
Siw Matras, TMS Ringsted
Bjarta O. Johansen, Kyndil
Marianna G. Eystberg, Kyndil
Bára K. Hansen, Kyndil
SúnaK. Hansen, Kyndil
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Liljan Djurhuus, VÍF
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Randi Virgarsdóttir, VÍF
Agnas Olsen, VÍF
Daniella Joensen, Neistin
Eir Berg, Neistin
Tóra Eliassen, Stjørnan
Jansy Jacobsen, Stjørnan
Sonja Sirdal, Stjørnan
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Vár H. Thomsen, H71
Durita Toftum Joensen, H71

Føroyar eru umframt í bólki við Serbia og Svøríki, í bólki við Makedonia.

Hetta er fyrstu ferð, at A-landsliðið við kvinnum hevur verið við í EM-undankapping. Í fjørsummar vunnu Føroyar EM-undanundankappingina og vunnu sær harvið atgongd at spæla millum tey bestu. Og tað hevur fyrsta EM-undankappingin sannað, at Føroyar nú kappast móti teimum bestu. Svøríki er fjórðbesta kvinnulandslið í heiminum, meðan Serbia er á einum níggjunda plássi.

??rslit
Makedonia ??? Føroyar, 28-24
Føroyar ??? Makedonia, 15-22
Føroyar ??? Svøríki, 15-33
Serbia ??? Føroyar, 36-20

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder