Vinna

Brestir hevur landað í Klaksvík

...

2014-11-11 00:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sørvágstrolarin Brestir hevur í dag landað svartkalva í Klaksvík, Brestir hevði útvið 90 tons av svartkalva.

Brestir hevur havt langan túr, teir hava verið til fiskiskap í 6 vikur. Brestir hevur roynt víða um, bæði norðanfyri, eystanfyri og sunnanfyri.

Brestir kemur á Sørvág í kvøld, har teir fara at rigga til nýggjan túr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder